Nú er hendan jazz-legendan deyð

Danski jazz-fiólspælarin Svend Asmussen er deyður. Hann gjørdist hundrað ára gamal. Tað skrivar Politiken.

Svend Asmussen telist millum kendu fiólspælararnar í tónleikasøguni, og hann ferðaðist um allan heimin og spældi við teimum kendastu jazz-tónleikarunum – eitt nú Duke Ellington, Benny Goodman, Josephine Baker og Fats Waller.

Samstundis sum hann kundi spæla við teimum størstu stjørnunum í teimum kendastu konserthúsunum, varðveitt hann eisini sambandið við tann fólksliga kabaretttónleiki.