Nú er hann sjálvur meldaður

Spurningurin er, um Jens Møller Jensen í bók síni "Opklaret - drabchefens erindringer" brýtur tagnarskylduna. Hetta verður nú kannað.

Drápsleiðarin í málinum um svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, Jens Møller Jensen, er ikki longur deildarleiðari hjá Københavns Politi. Leiðslan hevur nevniliga meldað hann til tað, sum danir rópa "Den Uafhængige Politiklagemyndighed" (DUP) fyri møgulig brot á tagnarskylduna.

 

Jens Møller Jensen gjørdist landskendur sum kanningarleiðari í drápsmálinum, sum Peter Madsen er dømdur lívlangt fongsul fyri. Tað var umborð á heimabygda kavbátinum Nautilus, at rakettbyggjarin píndi og gjørdi av við ungu, svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, sum hann eisini limaði sundur og tveitti í havið.

 

Nú er leiðarastarvið tikið frá Jens Møller Jensen, og kannað verður, um hann møguliga hevur brotið tagnarskylduna í nýggju bók síni, "Opklaret - drabchefens erindringer", sum kom út í síðstu viku. 

 

Københavns Politi sigur í telduposti, at tey hava heitt á DUP um at kanna, um Jens Møller Jensen hevur brotið tagnarskylduna ella aðrar reglur við bók síni. Løgreglan sigur, at meðan málið verður kannað, er Jens Møller Jensen fluttur í annað starv, soleiðis at hann ikki situr í einum starvi, sum kann gerast partur av kanningini.

 

- Eg eri greiður yvir, at hetta kann enda við einum máli ímóti mær, men eg hopi ikki, at eg havi sagt nakað í bók míni, sum eg ikki kann siga. Havi eg brotið tagnarskylduna, noyðist eg at taka ábyrgd av hesum eins og øll onnur, segði Jens Møller Jensen, tá hann varð spurdur í síðstu viku.