Nú er hann Sir Roger

Í Bretlandi hevur Elizabeth drotning givið filmsleikaranum Roger Moore riddaraheiti, so nú kann hann rópa seg Sir Roger.

Roger Moore fekk riddaraslag á einum hátíðarhaldi á Buckingham Palace hósdagin, har drotningin eftir gomlum siði legði eitt svørð á akslar hansara. Aftaná greiddi tann nýsligni riddarin frá, at hóast hann hevur spælt ein hóp av filmum, hevði hann ongantíð verið so fjálturstungin sum hendan dagin.

Enski rocksangarin Sting var eisini hjá drotningini hósdagin. Hann fekk ikki riddaraheititað, men OBE-ordanin. Sting, sum í veruleikanum eitur Gordon Summer, kann nú skriva seg Gordon Summer OBE. Aftan á hátíðarhaldið helt Sting fyri, at tað mundi vera vantandi kunnleiki hjá drotningini til tónleik hansara, sum gjørdi, at hann ikki gjørdist Sir Gordon.