Dagurin í dag, leygardagurin 27, februar 1999, verður ein merkisdagur í Miðvági.
Tí á miðdegi í dag stevndi mest umstrídda fiskiskip í Føroyum flaggskrýtt inn á Miðvág.
Talan er sjálvandi um stásiliga frystilínuskipið ?West Freezer?, sum Tummas Jacob á Løgmansbø, og aðrir, hava keypt úr Noregi.
Vágamenn eiga 2/3 í felagnum, West Line, sum eigur skipið, og norðmenn eiga tann seinasta triðingin.
West Freezer er 42 metrar langur, hann er næstan 600 tons brutto og lastar yvir 170 tons.
Hann var størsti línubátur í Noregi í sínari tíð og hann er eisini eitt skip, sum fer at síggjar aftur í føroyska línuflotanum.
Hann er í sera góðum standi, hann er bygdur í 1989 til eitt felag í Kanada. Í 1995 keyptu norðmenn hann. Síðani er hann longdur og høvuðsumvældur.