Nú er hann dømdur fyri stuldur og harðskap

Maðurin sum stjól ein bil hjá Føroya Bjór síðst í januar, er nú dømdur at sita í fongsli

Í dag er ein maður dømdur at sita í fongsli í sjey mánaðir fyri at hava stolið ein bil, og fyri harðskap og herverk.

 

Tað visti KvF at siga í dag.

 

Tað var síðst í januar, at ein bilur hjá Føroya Bjór varð stolin, og nakrar dagar seinni var hann funnin á havsins botni uttan fyri bryggjuna í Miðvági.

 

 

Les eisini: Bilur hjá FøroyaBjór stolin í Havn

 

 

Kavarar funnu bilin og fingu bjarga honum í land aftur. Løgreglan fekk skjótt frænir av, hvør var var, sum hevði stolið bilin og eina góða viku seinni varð ein maður skuldsettur í málinum.

 

 

Les eisini: Skuldsettur fyri at stjala bil og at koyra hann á sjógv

 

 

KvF veit at siga, at samstundis varð maðurin eisini tikin fyri harðskap. Og alt tilsamans kostaði honum sjey mánaðir í fongsli, fyri stuldur, herverk og harðskap. Og harumframt skal hann rinda 100.000 krónur í endurgjaldi.