Í dag er skúlin á Bø tikin niður og bygdarmyndin av Haldórsvík er broytt nakað, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.
Í Haldórsvík hava verið tveir skúlabygningar og hin gamli skúlin er settur í stand.
- Skúlin á Bø tørvar nógvar ábøtur og av tí, at kommunan frammanundan hevur ein gamlan skúla, sum er settur í stand, so hevur býráðið samtykt at taka skúlan á Bø niður, skrivaði heimasíðan herfyri.
Sum in.fo skrivaði fríggjadagin, hava fólk í bygdini harmast avgerðina hjá kommununi, men hetta hevur kortini ikki broytt avgerðina hjá kommununi, sum í dag tók húsini niður.
- Økið verður nú ruddað og seinni verður fríðkað og gjørt trivnaðarøkið har, skrivar kommunan.