Tað er kalt í morgun, og nógva staðni er hált at koyra. Beint nú, tá ið klokkan er farin av átta, ávarar Landsverk um hálku allastaðni, uttan í Sandoynni og í Norðoyggjum.
Løgreglan sigur, at eitt lítið ferðsluóhapp var á Sundi í morgun, har ein bilur fór á glið, men skaðin var lítil og fólkaskaði var eingin.
Hann er útnyrðingur og norðan í ættini, men seint seinnapartin snarar hann í ein útsynnng og sunnan, og tá verður lýggjari aftur. Men afturfyri veksur hann vindin, og sum fríggjadagurin líður verður hann upp í 18 – 23 metrar um sekundið við hvirlum upp í 30 metrar. Leyardagin veksur hann vindin upp aftur meiri við hvirlum upp í 35 metrar um sekundið, men út á dagin minkar hann vindin aftur.