Nú er grundraksturin komin upp á pláss

Hálvársroknskapur: Hóast hall fyrra hálvár, so fegnast Norðoya Sparikassi um, at grundraksturin er so mikið betraður, at tað nú verður roknað við avlopi, sigur Sparikassin í tíðindaskrivi: Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa fyrra hálvár 2010 var eftir skatt eitt hall upp á 8,1 mió.kr. sammett við eitt hall uppá 10,8 mió.kr. fyri sama tíðarskeið í undanfarna ári. Sparikassin er sjálvsagt ikki nøgdur við úrslitið, men fegnast kortini um framgongdina í grundraksturinum.

Hallið stavar í høvuðsheitinum frá serligum eyka útreiðslum í sambandi við skiftið av KT veitara, stjóraskiftinum í vár og frá hækkingini í lønarhæddaravgjaldinum til landskassan.

Sparikassin roknar við, at ársúrslitið fyri 2010 verður eitt hall upp á 8,1 mió.kr. eftir skatt, og at úrslitið í 2011 ? áðrenn niðurskrivingar ? verður eitt avlop upp á 10-20 mió. Tað verður ikki roknað við, at niðurskrivingarnar fara at vera á tí støðinum, sum tær hava verið tvey tey seinastu árini.

Netto rentuinntøkurnar eru øktar úr 28,6 uppí 36,0 mio.kr., svarandi til eina framgongd uppá 25,9%. Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar øktust úr 32,1 uppí 37,3 mió.kr. svarandi til eina framgongd uppá 16,2%. Eisini skal havast í huga, at sparikassin í fyrra hálvári í 2010 hevur goldið 2,7 mió.kr. í rentum til eftirstillað kapitalinnskot, sum ikki var í fyrra hálvári í 2009. Eisini er sparikassin í dag bundin til 6% fastrentað innlán sum gongur út 26. september í ár, soleiðis væntar sparikassin at framgongdin fer at halda fram seinna hálvár.

Úrslitið av fíggjarpostum fyrra hálvár 2010 er økt úr 33,4 uppí 41,0 mió.kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2009. Hetta er ein framgongd uppá 22,8%.

Útreiðslur til starvsfólk og umsiting eru øktar úr 27,5 uppí 36,0 mió.kr. sum er ein øking uppá 8,5 mió.kr. Økingin í hesum útreiðslum kann í høvuðsheitinum útgreinast soleiðis: 2,5 mió.kr. eykaútreiðslur í samband við stjóraskiftið, 1 mió.kr. í samband við at lønarhæddaravgjaldið til landskassan er hækkað úr 5% uppí 10% og restin er í samband við skifti av KT-veitara til SDC. Størsti parturin av hesum útreiðslum eru óvanligar útreiðslur, sum ikki vera við í seinna hálvári. Tí væntar sparikassin, at útreiðslur til starvsfólk og umsiting verða lægri seinna hálvár, enn tær vóru fyrra hálvár.

Fyrra hálvár 2010 niðurskrivaði sparikassin útlán og ábyrgdir við tilsamans 12,9 mió.kr. móti 17,2 mió.kr. sama tíðarskeið í 2009. Hetta er ein minking í niðurskrivingum uppá 4,3 mió.kr. svarandi til 25%.

Sparikassin roknar við at hava eitt avlop áðrenn niðurskrivingar í 2. hálvári 2010 uppá umleið 10 mió.kr. Samstundis verður mett, at niðurskrivingarnar í 2. hálvári verða lægri , enn tær vóru í 1. hálvári. Út frá hesum verður mett, at úrslitið fyri alt árið 2010 fer at vera eitt hall eftir skatt uppá umleið 10 mió.kr., sum í stóran mun stavar frá óvanligum útreiðslum.

Solvensurin hjá sparikassanum er góður. Eftir fyrra hálvári í ár var solvensurin 17,4% í mun til 15,1% somu tíð í fjør. Hetta er ein øking uppá 2,3%, sum kemst av, at sparikassin í oktober í 2009 upptók 50 mió.kr. í eftirstillaðum kapitalinnskoti frá danska statinum.

Gjaldførið hjá sparikassanum er gott. Eftir fyrra hálvári í ár var yvirdekningurin í mun til lógarkravið 257,8% - ella sagt við øðrum orðum, hevur sparikassin gjaldføri sum er 2,6 ferðir meira enn lógin krevur.

Samanumtikið metir sparikassin seg at hava tikið neyðug stig til at tryggja og brynja sparikassan til framtíðina, soleiðis at hann er væl fyri at taka ímóti teimum avbjóðingum, ið kunnu koma. Í 2011 væntar sparikassin eitt avlop 10-20 mió.kr. áðrenn niðurskrivingar.

Tvey tey seinastu árini hevur sparikassin niðurskrivað fyri 90 mió.kr. Tað slepst ikki undan niðurskrivingum í framtíðini, men tað verður ikki roknað við, at tær verða á tí støðinum, sum tær hava verið undanfarnu tvey árini.