Nú er greitt hvør fer at reka bussleiðina

Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu

Í dag undirskrivaðu Tórshavnar kommuna og Sp/f Gundurs Bussar ískoytissáttmála, sum byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu.

Avtalan fevnir um tíðarskeiðið frá 1. apríl 2020 – 1. januar 2022. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri kr. 49.417.641 + MVG hetta tíðarskeiðið.

Tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, sum vóru til staðar, tá ið ískoytissáttmálin bleiv undirskrivaður við Hardis Johannesen, stjóra í Sp/f Gundurs Bussar.

##med2##