Tað vóru dagar, tá ið George Michael var fastur gestur á týðandi hitlistunum í altjóða popptónleiki, men soleiðis hevur ikki verið í nógv ár.
Nú er poppsangarin, sum doyði 53 ára gamal jóladag, komin aftur á hitlistarnar. Billboard skrivar, at á nýggja Billboard Hot 100 listanum, sum verður kunngjørdur 14. januar, eru tríggir sangir hjá George Michael.
Carless Whisper verður nummar 47, og Faith verður nummar 33. Harafturat er jólahittið hjá Wham!, Last Christmas, eisini á listanum. At George Michael doyði á jólum hevur fingið fólk at leita aftur til hansara tónleik – og serliga tey stóru hittini.
Í síni tíð var George Michael tíggju ferðir ovast á Billboard Hot 100, sum verður mettur ein tann týdningarmesti hitlistn fyri popptónleik.
Trýst á pílin í myndini omanfyri og hoyr sangin Careless Whisper, sum nú er á veg innaftur á amerikanska hitlistan.









