Nú er FM í Trap 2016 av á hesum sinni

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í trap. Báðar dagarnar varð skotið á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum.

Fyrri dagurin var seinasta umfar í liðkappingini, og úrslitini vóru hesi:

Nr. 1: VBM 1 við 120 dúgvum og 5 stigum

Nr. 2: Team Hvítanes við 114 dúgvum og 4 stigum

Nr. 3: VBM 2 við 113 dúgvum og 3 stigum

 

Endaliga støðan gjørdist at VBM 1 vann liðkappingina við 29 stigum.

Nr. 2 gjørdist Team Hvítanes við 25 stigum og nr. 3 gjørdist VBM 2 við 11 stigum.

Sí øll úrslitini í liðkappingina á http://goo.gl/JpJU35

 

Eisini var hesin dagurin seinasta umfar á Føroya Cup 2016, ið er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting.

Her vann Alex Johannesen við 194 + 62 dúgvum, nr. 2 gjørdist Finn Ludvig við 191 + 64 dúgvum og nr. 3 Johnhard Klettheyggj við 187 + 67 dúgvum

Sí øll úrslitini í Føroya Cup kappingini á http://goo.gl/jRbVfW

 

Seinna dagin vóru føroyameistarnir fyri einstaklingar funnir, og varð støðan hendan:

Vinnari Alex Johannesen úr EYS við 129 dúgvum

Nr. 2 Finn Ludvig úr VBM við 127 dúgvum

Nr. 3 Johnhard Klettheyggj úr VBM við 126 dúgvum

 

Kappingin gjørdist sera spennandi og jøvn millum bæði FM-heiti og Føroya Cup.

Sí øll úrslitini frá FM kappingini á http://goo.gl/WCdO9M