Stutt eftir middag í dag gjørdist flogvøllurin føroyskur. Hetta hendi við eitt hátíðarhald á flogvøllinum. Farið verður nú undir at skipa flogvøllin til eitt partafelag, sum skal standa fyri rakstrinum í framtíðini.
Samstundis verður farið undir arbeiðið við at leingja flogvøllin, annaðhvørt tað so verður til 1600 metrar ella 1800 metrar. Í sama viðfangi skal eisini terminalurin víðkast munandi.
Danski ferðslumálaráðharrin Flemming Hansen og Bjarni Djurholm landsstýrismaður høvdu frammanundan undirskrivað avtaluna um yvirtøkuna.
Út frá hesi verða tað nú føroyskir myndugleikar sum skulu avgera, hvussu framtíðin hjá vøllinum skal skipast.