Nú er ferðin ikki tann sama

Tað verða alsamt fleiri arbeiðspláss kring landið, men nú gongur tað munandi seinni

Í desember í fjør vóru tilsamans 27.700 løntakarar í Føroyum. Tað eru 1,2 prosent, ella gott og væl 300 løntakarar, fleiri enn tað vóru fyri einum ári síðani. Tað sigur Hagstovan sum hevur talt saman.

Hagstovan sigur, at gongdin er tann, at hóast talið á løntakarum veksur alsamt, veksur tað munandi seinni nú enn tað hevur gjørt. Tað er serliga hetta seinasta árið, at hevur ferðin ikki verið tann sama, sigur Hagstovan.

Í desember vóru 14.350 menn til arbeiðis kring landið og tað eru 130 fleiri enn í desember í 2019. Í desember í fjør vóru kvinnurnar, sum vóru til arbeiðis, einar 13.350 í tali, ella knappliga 200 fleiri enn fyri einum ári síðani. 

Talið á fólki í almennu tænastuvinnuni var 2,6 prosent størri í desember í fjør enn tað var fyri einum ári síðani. Tað arbeiða stívliga 10.000 í almennu tænastuvinnuni, og tað er tann størsta vinnan. Løntakaratalið var 2,1 prosent størri í bólkinum, sum eitur fiskivinna og onnur tilfeingisvinna. Men í byggivinnuni er talið lækkað eitt hálvt prosent, men hinvegin minkaði løntakaratalið 0,5 prosent í bólkinum, byggivinna og onnur tilvirking.

Men í bólkinum, sum eitur privata tænastuvinnan, er eingin vøkstur. Hagstovan sigur, at hetta seinasta árið hevur talið á løntakarum privatu tænastuvinnunum staðið mest sum ístað. Og tað eru góð tvey ár síðani, at vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. Privata tænastuvinnan er næststørsti vinnubólkurin, tí har arbeiða 8.860 fólk og tað er tvær ferðir so nógv sum í byggivinnuni og í fiskivinnuni.