Nú er Faroe Pride í Havn

Í dag er 27. juli og tað merkir, at Faroe Pride er á skránni. Fyri áttandu ferð, fer LGBT Føroyar, rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, at hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum við árliga tiltakinum ”Faroe Pride”. 

 

 

Fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir og kona hennara, Jónína Leósdóttir, luttaka í ársins Pride skrúðgongu og seta tiltakið. Tiltakið byrjar við Tórsvøll nú kl. 16.00 og endar á Vaglinum við ókeypis konsert við Danny frá DANNY & THE VEETOS, Heiðriki á Heygum, Konni Kass og eini serligari Ælaboga kavalkadu. Eisini verða Ársins Hinskynd heiðrað á pallinum eins og Ársins Róland og Ársins Miðlavirðislønin verður latin.

 

 

In.fo er á staðnum, og um eitt bil kunnu tit siggja myndir frá tiltakinum her á siðuni.