Síðani sunnudagin hava teir í HB bíðað spentir eftir degnum í dag og møguleikanum at vinna trý stig í Fuglafirði og harvið at taka seg inn á oddaliðið EB/Streym.
HB hevur framvegis møguleikan fyri hesum, men í løtuni sær einki út hjá havnarmonnum, sum vitja í Fuglafirði.
ÍF hevur verið meiri ágangandi eftir steðgin, og í 63. minutti bar tað mál við sær. Balasz sendi fríspark innfyri eitt sindur úr vinstru, og Bartal Eliasen var púra blankur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin framvið Marcin David.
Fyrstu løtuna eftir steðgin hevði Atli Petersen tvær nærgangandi royndir ímóti HB málinum, og síðani eydnaðist tað Bartali Eliasen at gera mál.