Løgtingið er nú farið undir at viðgerða fíggjarlógina fyri 2018. Fíggjarlógin skuldi verða viðgjørd í gjárkvøldið, men tá gjørdi Páll á Reynatúgvi, løgtingsformaður bart, og endaði tingfundin.
Nú gott 10.15 byrjaði so tingfundurin í dag, sum eittans hevur fíggjarlógina á skránni. Tó so eru eisini framløgur á skránni til síðst.
Páll á Reynatúgvu hevur sagt, at hann vil hava alt tingarbeiðið liðugt áðrenn jólaaftan. Tað merkir, at løgtingið hevur hesa vikuna eftir at avgreiða tað, sum avgreiðast skal.









