Nú er EM 2000 fullmannað

Fótbóltur: Eftir dystirnar mikukvøldið eru seinastu liðini, sum skulu vera við til EM næsta ár funnin

Aftaná dystirnar mikukvøldið er klárt at fara undir EM 2000, sum fer av barkastokki í Hollandi og Belgia næsta ár.

Danir, turkar, onglendingar og slovenar kunnu anda lættan um at teir eins og hini 12 liðini, sum longu frammanundan høvdu kvalifiserað seg til kappingina.

Nú dystirnir eru farnir afturum, kunnu vit staðfesta, at eydnan av sonnum var við dønum. At teirra lutur var at spæla móti ísraelum er neyvan nakar sum klagar um í dag, tí tað vísti seg at vera púra og fullkomiliga ógrundað at vera bangin fyri Ísrael. Teir høvdu heilt einfalt einki at bjóða í dystunum móti dønum.


Kavakríggj í Kiev

Í Ukraina eiga tey, sum vara av fótbóltinum í landinum at gremja seg nakað í dag.

Eingin - púrt eingin - hevði væntað, at slovenar fóru at vera førir fyri at leggja ukrainum forðingar á vegnum til EM-endaspælið næsta ár, og vit minnast við skálkabrosi, at danski venjarin Bo Johansson eftir lutakasti segði, at skuldi lutakasti vera øðrvísi, so hevði hann ynskt sær at spælt móti slovenum.

Tað sigur hann neyvan í dag, og veruleikin er, at tað var fult uppiborið, at slovenar komu víðari og ikki ukrainar.

Í Skotlandi stendur Craig Brown til ein ordans skotskan vals.

Tað var í undanspælinum, tá skotar m.a. spældu móti føroyingum, at teir mistu luttøkuna í EM endaspælinum næsta ár og ikki í dystinum móti Onglandi, sjálvt um tað var um reppið, at teir vunnu seinna dystin móti grannunum fyri sunnan 2-0 eins og onglendingar gjørdu tað leygardagin, og tað skal venjarin nokk hoyra fyri næstu tíðina.

Skotar vunnu bara 1-0 og kunnu tí halda summarfrí heima ístaðin fyri at vera við í endaspælinum.

Hjá turkum má kvalifikatiónin kennast sum eitt framúr gott høvi til at vísa, at oyðimarkargongdin til seinasta EM-endaspæl var eitt óhapp.

Tá tryggjaðu teir sær luttøku við buldur og brak, men tá tað galt í Onglandi var einki skil á. Turkar taptu allar dystirnar og vóru sendir heim aftur ongul í reyv.

Hesaferð gekst meira striltið. Teir vóru í bólki saman við Týskalandi og sum væntað gjørdust teir nummar tvey í tí bólkinum.

Í fyrra dystinum kláraðu turkar í seinastu løtu at hála ein 1-1 javnleik í land, og tað skuldi vísa seg at vera nóg mikið til EM-kvalifikatiónina.


Tey 16 londini

Eftir dystirnar mikukvøldið ber so til at seta nøvn á øll liðini, sum eru við til EM-undanspælið í Hollandi og Belgia næsta summar.

Tey eru:

Holland, Belgia, Kekkia, Spania, Italia, Frakland, Svøríki, Noreg, Rumenia, Jugoslavia, Týskaland, Portugal, Ongland, Turkaland, Slovenia og Danmark.