Kanningararbeðið hjá politinum viðvíkjandi eldsbrunanum í Bónus í Hoyvík er nú liðugt.
Tað boðar løgreglan frá beint nú.
Kanningarnar, og avhoyringar í málinum, hava staðfest, at eldurin var kyknaður í einum ruskílæti í fløskurúminum.
Les eisini: Eingin kjansur at Bónus letur upp aftur fyri jól
Samstundis hevur ein ungur drongur í dag viðgingið, at hann hevði spælt við eld, og í ósketni burturbeint eina svávuldós við møguligum glóðum í, í ruskílatið.
Av tí at drongurin er so ungur, verður málið víðari viðgjørt av Barnaverndartænastuni og Politiið hevur sostatt ikki fleiri viðmerkingar til málið.










