Nú er eisini vøkstur har tað áður hevur verið afturgongd

Men onkustaðni er stendur tað í stað, ella tað gongur aftur á

Nú er fólkatalið í Føroyum farið upp um 53.000 fólk. Tann 1. februar í ár, búðu nevniliga 53.022 fólk í Føroyum og tað eru 798 fólk, ella 1,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Hetta er eitt lítið sindur minni vøkstur enn frá 2019 til 2020 tí tá vaks fólkatalið 1,7 prosent.  Tað sigur Hagstovan, sum hevur gjørt tølini upp.

Uppgerðin vísir at tað eru framvegis tær kommunur, har fólkatalið er vaksið hesi seinastu árini, sum halda fram at veksa. Í Havn var vøksturin 1,7 prosent, í Klaksvík var vøksturin 2 prosent, í Runavík var hann 1,9 prosent, Sjóvar kommuna vaks 1,6 prosent, í Eysturkommunu var vøksturin 2,9 prosent, og á Nesi, hevur vøksturin hevur verið heili 3,9 prosent.

Sostatt er tað í stóran mun í kommununum við tunnilsmunnarnar á Eysturoyartunlinum, har fólkatalið veksur nógv.

Men nú vísir tað seg, at gongdin í Suðuroynni hevur verið nógv betri hetta seinasta árið enn hon hevur verið, tí bæði á Tvøroyri, og í Vági, vaks fólkatalið 2,2 prosent frá februar í 2020 til februar í ár.

Í Vága kommunu, og í Sunda kommunu, vaks fólkatalið eisini eitt vet. Hinvegin minkaði fólkatalið í Sørvági 1,1 prosent, í Fuglafirði minkaði tað 0,9 prosent og í Vestmanna minkaði tað 0,5 prosent.

##med2##

Í teimum smærru kommununum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu, har fólkatalið vaks 4,8 prosent, í Kvívík vaks tað 4 prosent, á Eiði vaks tað 3 prosent og á Viðareiði vaks tað 2,3 prosent og á Sandi vaks tað eitt sindur minni, ella 1,1 prosent.

Hinvegin minkaði fólkatalið í Sumba, í Kunoy og í Hvalbiar kommunu, sigur Hagstovan.