Grønland er higartil sloppið heilt væl, nú korona-farsóttin hevur reikað um heimin. Merkisvert er, at meðan vit í Føroyum higartil hava havt tilsamans 488 tilburðir við covid-19, hevur Grønland bert havt 16 tilburðir.
Men, hin 7. oktober varð eitt fólk, sum júst var komið til Grønlands, stafest positivt við covid-19. Dagin eftir fekk Grønland enn ein korona-tilburð, tá eitt fólk, sum hevði neyvt tilknýti til hin fyrra smittaða, eisini varð staðfest positivt.
Nú eru báðir persónarnir staðfestir frískir aftur, sigur landslæknaembætið í Grønlandi á sínari heimasíðu. Status við covid-19 í Grønlandi er, at landið einans hevur havt 16 tilburðir við covid-19, og tilsamans hevur Grønland gjørt 10.073 koronaroyndir.