Nú er eingin vón um at finna fólk á lívi

Seinnapartin í dag verður leitivirksemið í leivdunum av leirskriðulopinum í Gjerdrum minkað, og nú verður ikki longur leitað eftir livandi fólki.

 

 

Sjey lík eru funnin í leivdunum av leirskriðulopinum í Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi, men framvegis eru trý fólk ikki komin afturíaftur. Seinnapartin í gjár varð ein lítil hundur funnin á lívi leivdunum, og tá birtist vónin um, at kanska onkur av teimum trimum saknaðu enn kann vera á lívi. Men, í dag eru vónirnar eftir øllum at døma brostnar.

Tað er politimeistarin í økinum, Ida Melbo Øystese, sum á tíðindafundi í dag hevur gjørt greitt, at leitingin nú fer yvir í eitt annað stig. Tað merkir, legði hon aftrat, at tilsamans 10 fólk eru deyð í herviliga leirskriðulopinum í Gjerdrum. - Vit hava gjørt alt, sum stendur í okkara makt. Náttúruvanlukkan hevur havt miklar kreftir, og vit síggja, at tey, sum eru deyð, eru deyð lutfalsliga skjótt, legði hon aftrat.

Umfatandi leitingararbeiði hevur verið í leirskriðulopinum, og her hava mong verið við í arbeiðnum. Hetta hevur alla tíðina verið ein bjargingarætlan, sum hevur havt til endamáls at finna fólk á lívi. Nú fer leitingin at snúgva seg um at finna lík - og ikki livandi.

##med2##

- Hetta er hart, men vit hava stúrt fyri hesum. Tíggju fólk eru rakt av vanlukkuni á ringast hugsandi hátt, sigur borgarstjórin í Gjerdrum kommunu, Anders Østensen, sum takkar løgregluni og øllum, sum hava verið við í leitingarátakinum.

Seinnapartin í gjár varð ein lítil hundur funnin á lívi í leivdunum, men átaksleiðarin, Fridtjof Heyerdahl, sigur, at leitingarliðini nú hava ásannað, at tað ikki eru fleiri støð í leivdunum, har nakar kann vera á lívi. - Hetta er ein kensluborin og ógvuliga tung avgerð, men tað er kortini rætt og logiskt, at leitingararbeiðið nú fer yvir í eitt annað stig, leggur hann aftrat.