Nú er ein semja á afturat fingin í lag á arbeiðsmarknaðinum. Tað varð greitt fyri eini løtu síðani, tá ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya, skrivaðu undir nýggjan sáttmála.Talaner um ein tvey ára sáttmála, sum tók við 1. oktober í fjør og fer úr gildi 1. oktober næsta ár
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur í eini fráboðan beint nú, at lønarhøkkingin svarar til áleið sama sum tann, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár.
Eftir semjuni fer endalønin hjá heilsuhjálparum hækkar 2.000 krónur hesi bæði árini, sáttmálin er í gildi. Somuleiðis er bólkaleiðaraviðbótin hækkað eitt vet, og eftirløn verður hereftir goldin av førleikaviðbótum.
Harumframt hevur álitisfólkaskipanin fingið nakrar ábøtur, og tað er eisini avtalað, at partarnir skulu gera eina avtalu um, hvussu umsóknir um undantaksloyvi í sambandi við arbeiðssteðgir, skulu viðgerast,
Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, fegnast serliga um, at tað eydnaðist at gera eina avtalu um undantøkini, og at hetta arbeiðið skal verða liðugt fyri 1. januar. Á hendan hátt kunnu partarnir fyribyrgja, at veikir og røktarkrevjandi borgarar koma í klemmu í sambandi arbeiðssteðgir.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur nú áfram við samráðingunum. Á skránni verða fyrst Heilsurøktarafelagið, Maskinmeistarafelagið umframt Skipara- og navigatørfelagið.