Seinnapartin í dag tók løgreglan ein 24 ára gamlan mann og hann er skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni.
Løgreglan sigur at ímeðan fýra mans vóru í grundlógaravhoyring Føroya Rætti í dag í samband vð eitt stórt rúsevnamál, tók løgreglan ein 24 ára gamlan mann afturat og skuldsetti hann fyri brot á lógina um rúsevni.
Í samband við húsarannsókn heima hjá manninum, fann løgreglan 67 gramm av amfetamini, umleið fimm gramm av ketamini og fleiri tablettir av ymiskum slag. Efter ætlan verður tann 24 ára gamli maðurin førdur fyri dómaran í Føroya Rætti í morgin, leygardagin.
https://www.in.fo/news-detail/news/skuldsettir-fyri-hottanir-og-burturflyting/LES EISINI: Skuldsettir fyri hóttanir og burturflyting
Løgreglan sigur, at tey hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni fyri ikki at órógva kanningarnar. Annars vóru fýra mans í rættinum í dag, har teir eru skuldettir fyri frælsistøku við tí endamáli at skaffa sær vinning, og fyri avnoyðslu, ella at noyða ein annan at rinda teimum pengar.
Ein av teim var longu varhaldsfongslaður fyri at bróta rúsevnalógina, og allir fýra vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur. Tveir av teimum hava kært avgerðina fyri Landsrættin, sigur løgreglan