Nú er egið sjúkrakamar á Smyrli

Sjúklingar, sum skulu við Smyrli, noyðast ikki longur fram í skipið í eitt vanligt kamar at liggja, tí nú er nýtt sjúkrakamar innrættað har afturi í skipinum.

 

Í blaðnum Fólk á Ferð, sum Strandfararskip Landsins gav út her fyri, er greitt frá um nýggja kamarið. Greitt verður frá, at fyrr skuldu sjúklingar rullast á børu millum ferðafólkini fram í skipið. Nú koyra portørarnir børuna inn í lyftina niðri á dekkinum og upp á sjúkrakamarið har afturi. Hetta verður mett sum eitt stórt framstig fyri sjúklingin.

 

Tað kemur meir enn so fyri, at sjúkraflutningur er við Smyrli, antin tað er av Suðuroyrar Sjúkrahúsið og norður á Landssjúkrahúsið ella vestur á flogvøllin. Ella kanska suðureftir. Tørvur hevur tó leingi verið á at børa umstøðurnar hjá sjúklinginum umborð, og Strandferðslan fegnast um, at hetta nú er gjørt.

- Ein fyrimunur við at hava sjúkrakamarið har aftur í skipinum er eisini, at tað rullar minni har enn frammi í skipinum, har tað kann vera eitt sindur buldrasligt í ringum veðri, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni við Fólk á Ferð.