Í Meksiko bíða fólk nú eftir tropisku ódnini Dean, sum er versnað í nátt Amerikanski veðursatovnurin kunngjørdi í nátt, at tropiska ódnin Dean, sum skuldi koma at meksikonsku strondini í morgun, er versnað og er í tí harðasta bólkinum nú.
Tað merkir, at vindferðin verður oman fyri 250 kilometrar um tíman, á ódnin kemur inn yvir land á meksikanska Yucatán-nesinum. Har hava myndugleikarnir givið umleið 80.000 ferðafólkum boð um at fara burtur frá strondini.
Teir seinastu dagarnar hevur Dean herjað fleiri lond í Karibiska Havinum, og ellivu fólk hava latið lív.