Nú er Danmark alment lýst at vera eitt corona-vandaøki

Nú er tað Evropa, sum er tann nýggi miðdepilin fyri Corona

Nú er tað Evropa, sum er miðdepilin fyri corona-smittuna Tað sigur heilsustýrið í Danmark í dag

Corona-virus tók seg upp í Kina og leingi var tað har, at talið á smittaðum vaks.

Men síðani er talið á smittaðum nógv hækkað allastaðni og danska heilsustýrið sigur, at nú er tað Evropa, sum er tann nýggi miðdepilin, tí tað er her í Evropa, at flest fólk verða smittað.

Í dag er alt Evropa eitt vandaøki, og Danmark er eisini eitt vandaøki, sigur heilsustýrið á tíðindafundi í dag.

Heilsustýrið sigur eisini, at í løtuni eigur útgangsstøðið hjá myndugleikunum at vera, at øll eru smittað og tí skulu vit minnast til at halda okkum nakrar metrar frá hvørjum øðrum, og vit eiga at minnast til at vaska hendur ofta og væl, og at brúka spritt.

Í Danmark er niðurstøðan í dag, at tískil er tað vónleyst at brúka tíð og orku upp á at kanna fólk fyri smittu, tí øll, sum hosta, og hava fepur, skulu bera seg at sum um at tey eru sjúk. Tað merkir, at tey skulu skunda sær heim, og verða verandi heima.

Og tey skulu ikki ringja til læknar uttan so at tey verða so illa sjúk at tey mugu hava læknahjálp, leggja tey afturat.

Samstundis arbeiða danir upp á at útvega sær víðgongdar lógarheimild, eitt nú at avbyrgja fólk, at fara heim til fólk at gera kanningar, uttan at fáa loyvi til tað frammanundan frá dómsvaldinum og at kunna bannað tiltøkum, har fólk eru saman.

Ætlanin er eisini at fáa heimild til at tvinga fólk í sóttarhald, og til at lata almennar stovnar aftur og at lata ellis-og røktarheim, aftur, so at vitjandi ikki sleppa inn.