Fyrsti tilburðurin er staðfestur í dag. Tað er ein persónur í høvuðsstaðnum, Nuuk, sum hevur fingið staðfest smittuna, upplýsir danska stjórnin.
– Landslæknin boðar frá, at fyrsti tilburðurin við coronavirus er nú er staðfestur í Grønlandi. Tann smittaði býr í Nuuk og er settur í sóttarhald heima, stendur í boðunum.
Fleiri upplýsingar eru ikki um tann smittaða. Hvørki, hvar viðkomandi hevur verið, ella hvar viðkomandi er smittaður. Kyn og aldur er heldur ikki upplýst.
/ritzau/











