Tað hevur leingi ljóðað, at Chelsea fór at keypa 21 ára gamla Kai Havertz frá Bayer Leverkusen. Í kvøld hevur Chelsea váttað keypið. Hann fylgir spælarum sum Timo Werner, Hakim Ziyech, Ben Chilwell, Malang Sarr og Thiago Silva, sum allir hava skift til Chelsea í summar.
- Eg eri glaður og errin av at vera í Chelsea. Fyri meg er hetta ein dreymur, ið gongur út, at kunna umboða eitt so stórt felag sum Chelsea. Nú gleði eg meg bara at møta spælarum og venjarunum, sigur Kai Havertz.
Bretskir miðlar skriva, at Kai Havertz kostar um 800 milliónir krónur. Tað er eins nógv og Paul Pogba kostaði Manchester United, sum er met fyri ein spælara í Premier League. Mett verður at Chelsea hevur brúkt um tvær milliardir krónur í summar, og nú verður Chelsea mett sum eitt av feløgunum, ið skal kempa um meistaraheitið, tá Premier League byrjar aftur um eina viku.











