Bruno Fernandes er nú á veg til Manchester, har hann væntandi skrivar undir sáttmála ein av komandi døgunum. Manchester United og Sporting Lisbon hava togast um prísin í longri tíð, men í kvøld báðar Manchester United frá, at semja er um prísin.
Trupulleikin hevur verið, at Sporting Lisbon vil hava meiri pengar í fyrstu atløgu, og at treytirnar fyri eykagjaldi skulu verða meiri uppnáðiligar. Nú hevur Manchester United so givið eitt boð, sum Sporting Lisbon kann liva við.
##med2##
Bretskir miðlar skrivar í kvøld, at prísurin í fyrstu atløgu er um 412 milliónir krónur, men kann blíva upp til 600 milliónir krónur, um eitt nú Manchester United kemur í Champions League og hvussu væl Bruno Fernandes klárar seg sum einstaklingur.
Manchester United skal í kvøld spæla seinnu hálvfinaluna í Liga Cup móti grannunum úr Manchester City. Fyrr dysturin var á Old Trafford, har gestirnir úr Manchester City vunnu 3-1. Í gjár spældi Aston Villa seg í finaluna við sigri á Leicester City.