Nú er Britta lend í Danmark

Britta Nielsen, sum hevur verið eftirlýst síðan 9. oktober fyri at hava snýtt við almennum peningi, er nú í Danmark

Danska Britta Nielsen, sum hevur verið eftirlýst síðan 9. oktober, er nú komin aftur til Danmarkar. Hesum boðar Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet (SØIK) frá í dag.

 

Hon varð í síðstu viku funnin í Suðurafrika, og varð hósdagin leyslatin, so hon kundi koma til Danmarkar. Hon varð umgangandi handtikin av donsku løgregluni, tá hon setti føturnar á danska jørð á Kastrup flogvølli. 

 

Ein maður er eisini handtikin í málinum, sum mann metir hevur havt ein leiklut í svikinum saman við Brittu Nielsen.

 

Tað næsta, sum fer at henda, er, at Britta Nielsen og maðurin skulu í rættin, sum sambært Ritzau allarhelst verður í morgin, leygardagin.

 

Í árunum 2002 til 2018 eydnaðist tað 64 ára gomlu Annu Brittu Nielsen, sum var ein høvuðspersónur í danska almannaverkinum, at flyta í minsta lagi 111 milliónir krónur til sín sjálva. Hon hevur fingið tænastumedalju frá drotningini úr silvuri fyri trúgva tænastu í sínum starvi. Men nú sær út til, at leikurin er endaður.