Tað hevur gingið ógvuliga striltið hjá oljufelagnum ENI at fáa hendur á pallinum, sum skal bora sjeynda brunnin á føroyska landgrunninum. Men nú tykist vera leyst og liðugt til at fara í gongd.
Tað var í 2008, at avtala varð gjørd millum ENI og Jarðfeingi um at bora ein brunn í loyvi 005. Av ymsum orsøkum er boringin vorðin útsett, og ein høvuðsorsøkin er boripallurin West Phoenix, sum Total hevur leigað til boring í norskum øki. Henda boringin hevur verið nógv drúgvari enn ætlað og hevur m.a. borurin staðið fastur í undirgrundini. Men nú skilst, at leyst er, og pallurin verður komandi dagarnar gjørdur klárur til stóru og nýggju uppgávuna: at bora í føroyskum øki.
Portalurin hevur fingið upplýst, at boringin er ásett at byrja unleið 15. juli. Eftir ætlan verður borað í 75 dagar.