Eftir at trý av tingfólkunum hjá flokkinum komu í landsstýrið, komu allir tríggir varamenninir á ting. Tá nú Jørgen Niclasen fór úr landsstýrinum og fer aftur í tingið, so má síðsti varamaðurin víkja sæti. Tað er Óli Breckmann.
Men av tí at Anfinn Kallsberg leggur frá sær, so varðveitir Óli Breckmann sæti á tingi. Hinvegin er Bjarna Djurholm ikki longur varamaður. Hann hevur nú fastan sess á tingi.
Tá Anfinn Kallsberg leggur frá sær, fer hann endaliga úr tinginum. Hann hevur sagt seg úr starvi og kann ikki koma aftur í tingið. Skal á ting aftur, so skal hann veljast á einum løgtingsvali.
Anfinn Kallsberg er annars tann av verandi tingmonnum, sum hevur sitið næstlongst á tingi. Hann varð fyrstu ferð valdur 8. november í 1980. Tann einasti í tinginum nú, sum hevur sitið longri enn Anfinn Kallsberg, er Óli Breckmann. So tað má metast sum lagnunnar speisemi, at Anfinn Kallsberg soleiðis tryggjar Óla Breckmann sæti restina av valskeiðinum - sjálvandi treytað av, at Fólkaflokkurin verður verandi í landsstýrissamgonguni...