Nú er bjargingarroyndin í Thailandi byrjað

Myndugleikarnir í Thailandi eru nú farnir undir bjargingarroyndina at fáa fótbóltsdreingirnir og venjara teirra út

Við bandi, tveimum kavarum fyri hvønn dreingin og við kavaraútgerð eru myndugleikarnir vónríkir um, at tað fer at eydnast at bjarga teimum 12 fótbóltsdreingjunum og venjara teirra út helluni í norður Thailandi, sum teir hava verið innisperraðir í nú í 15 døgn. 

 

Thailendska stjórnin hevur gjørt eina bjargingarætlan, sum skal fáa fleiri vikur langu marruna at enda, skriva útlendskir miðlar í dag. Dreingirnir verða eftir ætlan leiddir út ein og ein frá helluni, og við teirra lið eru tveir kavarar fyri hvønn dreingin. Royndin at bjarga teimum byrjaði tíðliga í morgun føroyska tíð. Hvør drongur fær fulla kavaraútgerð knýtta at sær, og teir fáa ein kavara við hvørja lið.

 

Tað hevur áður verið stúrt fyri, at dreingirnir verða einsamallir eina lítla løtu í vatninum, tá ið teir skulu ígjøgnum eina smala gongd í hellunum. Men sambært ætlanini fara teir professionellu kavararnir hesa løtuna at leysríva seg frá sínum iltdunkum og rulla dunkarnar gjøgnum smølu gongdina, meðan teir leiða dreingirnar ígjøgnum. 

 

Les eisini: Fakta: Fá yvirlit yvir bjargingarroyndina í Thailandi 

 

 

Tá kavararnir eru komnir trygt í eina nýggja hellu kunnu teir ganga trygt út gjøgnum inngongdina til helluna og út í tryggleika, sambært ætlanini. Síðani í gjár er vatnstøðan vaksin heili 30 centimetrar í pørtum av helluni. 

 

Meðan kavararnir hava verið inni í helluni nú í meira enn seks tímar, er tað av álvara farið at regna í økinum. Sambært CNN er vandi fyri, at enn meira regn kemur inn á økið komandi dagarnar. Fyribils kunning frá staðnum sigur, sambært útlendskum miðlum, at fyrstu dreingirnir, sum eftir ætlan verða bjargaðir, koma út úr helluni umleið klokkan 13.00 føroyska tíð. Thailendsku myndugleikarnir vænta, at bjargingarætlanin tekur millum tveir og fýra dagar. 

 

Kelda: CNN, DR og Ritzau