– Tað er betri, at kirkjan verður loyst frá statinum, heldur enn at Løgtingið samtykkir at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at slóðað verður fyri, at samkynd kunnu giftast.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður í kirkjumálum. Og tað sigur hann, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um at broyta hjúnabandslógina.
Eftir hjúbandslógini kunnu hjún, sum eru borgarliga vígd, fáa hjúnalagið vælsignað í eini kirkju.
Men nú tað er samtykt , at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað skal kirkjan ikki blandast upp í, og tí kemur tað ikki í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis, at kirkjan skal sjálv taka støðu til um hon vil vælsignað eini hjún, sum eru borgarligva vígd.
Í hesum sambandi er tað eisini gjørt greitt, at kirkjan kann ikki vælsigna eini samkynd hjún, fyrrenn hon hevur eitt ritual til tað – og tað hevur hon ikki.
Men Jógvan á Lakjuni tvíheldur um, at hetta er, at Løgtingið skal lóggeva um viðurskifti hjá kirkjuni, og tað hevur altíð verið mett at vera óhoyrt.
Og tey, sum vara av kirkjuni, eru eisini ímóti at hjúnabandslógin verður broytt. Bæði Prestafelagið, Biskupur og Felagið fyri Kirkjuráðslimir, siga, at tað er grundleggjandi skeivt at Løgtingið lóggevur um kirkjulig viðurskifti, uttan at kirkjan sjálv hevur verið við í lógarsmíðinum.
Tey halda eisini at tað er skeivt at lóggeva blanda lógasmíð um borgarliga vígslu upp í kirkjuligt lógarsmíð.
Tí heldur Jógvan á Lakjuni, at samtykkir løgtingið hesar broytingarnar í hjúnabandslógin i, er tað betri, at kirkjan og staturin verða skild sundur, og at skott verður ímillum.
– Verður hetta samtykt, er hetta tað sama sum at gera kirkjuna politiska, og so er stundin komin til at loysa kirkjuna frá statinum, tí hetta er at lóggeva ímóti viljan hjá kirkjuni.
Hann heldur, at markið fyri, hvat Løgtingið kann lóggeva fyri, er á kirkjugáttina, og skal tað lóggevast um kirkjuna, eigur málið at byrjað í kirkjuni, men tað ger hetta ikki.
Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at kirkjan sleppur ikki undan at verða rakt av samfelagnum, heldur enn nakar annar.
– Tað ber ikki til at vera ein partur í samfelagnum, uttan at verða raktur av tí onkuntíð.
– Og tað, endamálið er at tryggja, er nettupp, at kirkjan skal sjálv gera av, um hin vælsignar eini samkynd hjún, ella ikki, siga bæði hon, og Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.