Eftir at tað í 1. hálvleiki gekk heilt av skriðuni, hevur føroyska fótbóltslandsliðið rættuliga ment seg eftir steðgin.
Tað hevur borið við sær, at spenningur rættuliga er komin í. Støðan er 3-2. Í báðum førum var Christian Lamhauge Holst málskjútti. Í seinna førinum var tað eftir horna úr vinstru, sum Súni Olsen sendi innfyri.