Nú eru mamman og bæði tey elstu børnini hjá, sjey og fýra ára gomul, deyð í syrgiligu hendingini, sum rakti eina familju av sudanskum uppruna í Tromsø seint seinnapartin mánadagin.
Mamman og elsta dóttirin vórðu staðfestar deyðar mánakvøldið, og nú er eisini fýra ára gamla dóttirin deyð. Eftir er hálvt annað ára gamla smágentan, sum framvegis liggur á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo og stríðist millum lív og deyða.
Tað var seint seinnapartin mánadagin, at ein persónur sá ein tóman barnavogn standa nær sjóvarmálanum, og síðan vóru fótaspor í kavanum og oman á sjógv. Illgruni var um, at her var eitt hvørt ræðuligt hent, og tí varð løgreglan boðsend.
Leiting í sjónum staðfesti skjótt, at ein mamma og tríggjar smágentur, 7, 4 og hálvt annað ára gamlar, lógu í sjónum, einar 8-10 metrar úr landi. Tá bjargingarfólk høvdu fingið mammu og børn upp úr sjónum vóru tey øll lívleys.
Unga mamman, sum er undir illgruna fyri dráp og drápsroynd, hevði seinnapartin henda dagin verið uppi í norskum máli og tóktist glað. Syrgiliga hendingin fór fram nakað eftir, at hon hevði verið eftir børnunum í barnagarði og skúla.
Norska løgreglan váttar yvirfyri VG, at fýra ára gamla smágentan doyði á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo í gjárkvøldið.
Tey bæði yngstu børnini gingu í sama barnagarði í Tromsø. - Hetta er ógvuliga syrgiligt og ófatiliga dapurt. Vit vóna tað besta fyri seinasta barnið, sum eftir er á lívi, sigur deildarleiðarin í barnagarðinum í Tromsø.
Líkskurður av mammuni, sum doyði mánakvøldið, verður gjørdur í dag, og fýra ára gamla gentan, sum doyði í gjárkvøldið, verður eisini kannað. Líkskurður er gjørdur av sjey ára gomlu gentuni, sum doyði mánakvøldið, og her varð staðfest, at gentan druknaði.