Upptakt
Soleiðis tykist aðalhugburðurin at vera, nú ein tann »størsti« dysturin millum tey bæði stóru havnarfeløgini í nýggjari tíð stendur á skránni.
Hóast Skála eisini hevur sín møguleika, so hevur størsta fokusið higartil verið á teimum báðum havnarfeløgunum, og tað munnu vera fáar hugleiðingar um dystin, sum ikki hava verið á prenti ella á munni hesa seinastu vikuna.
Tá vit høvdu samband við legurnar báðar hóskvøldið, tóktust teir reyð/svørta fyri norðan ikki at vera í so heilt góðum skørum.
Hóast tað ikki stóð á dómaraseðlinum leygardagin, so fekk Kári Nielsen tá gult kort. Hetta varð eisini rættað stutt eftir dystin, og tí er hann leikbannaður til dystin. Og hartil tykist fleiri smærri skaðar at gera um seg.
- Uni Arge hevur als ikki vant, síðani hann varð skiftur út fyri steðgin í dystinum móti KÍ. Jákup á Borg varð skiftur út seinni í dystinum, og hann royndi seg fyri fyrstu ferð aftur hóskvøldið, uttan at hann tó kendi seg heilt kláran. Og bæði Janus M. Joensen og Tór-Ingar Akselsen hava eisini havt trupulleikar av skaðum.
Soleiðis staðfestir HB-liðformaðurin, Rúni Nolsøe, sum tó ásannar, at helst verður onkur av monnunum tøkur.
- Sjálvandi kanst tú til ein slíkan seinasta dyst pjøssa spælarar saman, eins og onkur blokada kann koma upp á tal. Spurningurin er bara, hvørt spælarin so heldur allan dystin, og hvussu nógvar slíkar hálvskaddar spælarar tú torir at satsa uppá, heldur hann.
Hjá teimum hvít/svørtu fyri sunnan hava hvørki skaðar ella leikbann gjørt seg undan seinasta umfarinum. Tá vit hóskvøldið tosaðu við Klæmint Matras, staðfesti hann, at talan bara var um eitt ivamál.
- Pól Thorsteinsson hevur ikki vant í vikuni, tí hann hevur havt ein ferðir av krími. Men vit bæði vóna og vænta, at hann kortini verður tøkur, staðfestir Klæmint.