Nú er B36 oddalið

Úrslitini í U18 deildini í gjárkvøldið bóru eina broyting við sær í oddastríðnum

Stórur spenningur er í endaspælinum í U18 deildini um FM heitið. Trý lið – NSÍ, B36 og HB – kappast í løtuni um FM heitið.

 

Og í gjárkvøldið bóru úrslitini eina broyting við sær í oddastríðnum. Við 3-1 sigri á heimavølli móti HB, liggur B36 nú á fremsta plássinum í deildini við 13 stigum fyri fimm umfør. 

 

Á deildum øðrum plássi koma NSÍ og HB, har NSÍ í løtuni hevur betri málmun. Tað var serliga í gjárkvøldið at runavíkingar tryggjaðu sær góða málmunin, tí NSÍ vann í gjárkvøldið 8-1 á heimavølli móti KÍ.

 

Ein annar dystur var eisini leiktur í U18 deildini í gjárkvøldið. Hann var ímillum EB/Streym og Víking í einum dysti sum Víkingur vann 2-1.

 

Øll liðini í U18 deildini uttan Víkingur hava leikt fimm umfør, har tað skulu spælast 14 umfør, áðrenn ein FM-vinnari verður funnin. Víkingur hevur leikt fýra umfør.

 

Úrslitini í gjár í U18 deildini:

NSÍ - KÍ   8-1

B36 – HB 3-1

EB/Streymur – Víkingur 1-2

 

Støðan í U18 deildini eftir 5 umfør:

1.     B36 - 13 stig

2.     NSÍ - 10 stig

3.     HB – 10 stig 

4.     Víkingur – 6 stig 

5.     EB/Streymur - 4 stig

6.     KÍ – 3 stig 

7.     AB - 3 stig