Nú er tað endaliga greitt, at Føroyar hava ein nýggjan løgmann. Fyri løtu síðan samtykti ein meiriluti í løgtinginum, at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður.
Talan er um formellu tilnevningina, tí frammanundan var longu greitt, at hann hevði neyðuga stuðulin frá Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum at taka við løgmansembætinum.
18 atkvøður vóru fyri, 10 atkvøður vóru blankar og 5 atkvøður vóru ímóti, tá ið uppskotið bleiv lagt fram av Jógvan á Lakjuni, tingformanni.
Tað er eisini longu greitt hvørji hini landsstýrisfólkini verða. Tey eru fylgjandi:
Sambandsflokkurin:
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumál
Helgi Abrahamsen, vinnu-, orku-, umhvørvis- og innlendismál
Fólkaflokkurin:
Jørgen Niclasen, fíggjarmál
Jacob Vestergaard, fiskivinnumál
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, almannamál
Miðflokkurin:
Jenis av Rana, menta- og uttanríkismál.

Nú er Bárður løgmaður

