Nú er avtala gjørd um sparingar á Strandferðsluni

Eingir túrar hjá skipunum verða niðurlagdir, men nakrir prísir verða hækkaður og aðrir møguleikar verða kannaðir

Nú er avtalað gjørd ímillum Strandferðsluna og Samferðslumálaráðið um, hvørji sparitiltøk skulu setast í verk fyri at stovnurin skal kunna halda játtanina í ár.

Strandferðslan hevur boðað frá, at sparingar skulu gerast fyri fýra milliónir krónur fyri at játtanin í ár kann halda, og í morgun hevur fundur verið ímillum Strandferðsluna og Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum.

Og á tí fundinum er avtalað, at ferðaætlanin hjá skipunum hjá Strandferðsluni, skal ikki skerjast, og sostatt verða eingir túrar tiknir burtur, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni

Hinvegin kann talan vera um at skerja onkra ferðaætlan hjá Bygdaleiðum. Stjórin sigur, at tey nú fara at kanna, hvørjir túrar tola best at verða strikaðir.

Hinvegin verður talan um at hækka onkrar ferðaseðlarprísir eitt sindur. Hvussu stórar hækkingarnar verða, og hvørjar tær verða, fær hann ikki sagt enn.

– Vit sita og rokna, men tað verður ikki fyrr enn eina ferð í morgin at vit fáa sagt nakað nágreiniligt, hvørji tiltøk verða sett í verk, sigur hann.

Hann sigur kortini, at tað liggur ikki í ætlanini at hækka prísin á tí, sum er til sølu umborð á skipunum.

Men hann sigur, at Strandferðslan fer eisini at kanna ymisk tænastugjøld, Strandferðslan rindar, eitt nú Havnargjøld.

Tað hevur verið nevnt fleiri ferðir, at mett verður, at gjøldini til Tórshavnar Havn eru alt ov høg.

Eitt dømi, Hilmar Eliasen vísir á, er, at fer ein barnagarður við 20 børnum, og tveimum pedagogum, til Nólsoyar at ferðast, rinda pedagogarnir ferðaseðil, men Strandferðslan skal rinda Tórshavnar Havn gjald fyri 22 fólk.

Vit kunnu spyrja um tað er rímiligt, at vit skulu rinda so nógv fyri at veita eina tænastu ímillum tvey pláss í eini kommunu, heldur hann. Og hann sigur, at tað eru slík gjøld, sum tey eisini fara at kanna.

Sparingarnar verða settar í gildi 1. Juli.