Nú er avgjørt hvør sleppur at seta vindmyllurnar upp í Hoyvíkshaganum

Tvey tilboð komu inn, sigur Umhørvisstovan

Tað verður eitt felag undir stovnan hjá Vindrøkt, sum fær loyvi at seta vindmyllurnar upp við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Tað boðar Umhvørvisstovan frá beint nú.

Tað var í Januar at tey lýstu eftir umsøkjarum til at seta eitt vindorkuverk upp við Gellingarklett og tá ið freistin fór tann 29. mars, vóru tvær umsóknir lætnar inn. Onnur var frá einum felagi undir stovnan hjá Vindrøkt og hon var frá einum felagi undir stovnan hjá Magn.

Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at lata felagnum undir stovnan hjá Vindrøkt fáa loyvi til myllurnar. Hetta felagið hevur lægsta prísin fyri streymin og hann er upp á á 21,8 oyru fyri kolowatttíman.