Í langa tíð hava vit vitað, at umhvørvisstríðsfólk ætla sær til Føroya í summar at stríðast ímóti grindadrápinum. Fleiri felagsskapir hava gjørt vart við seg, og líkt er eisini til, at álvari er í onkrari av ætlanunum. Fíggindi nummar 1 hjá grindadrápinum, Paul Watson, váttaði nú um dagarnar, at hann er ávegis til Føroya, og í dag sigur hann við Sosialin, at hann kemur til Føroya fríggjadagin.
Retorikkurin hjá Paul Watson er, sum hann plagar at verða: “Føroyingar eru barbarar og fremja eirindaleyst hópdráp ímóti ósekum grindahvalum. Grindadrápið er ein blóðug massakra, sum má steðgast. Og tá tað ikki er nóg mikið við munnligum og skrivligum mótmæli, skal leggjast uppí grindadrápið.”
Í Føroyum hevur verið kjakast um, hvat er frægast at gera, nú lagt er upp til eitt heitt summar í Føroyum. Summi hava róð fram undir, at vit skulu gevast við grindadrápinum, meðan umhvørvisfólk eru í landinum, og onnur halda, at Føroyar skulu ignorera mótmælisfólkini og halda fram sum vanligt. Løgreglan hevur fyrireikað seg við útgerð og mannskapi til vitjanina hjá Paul Watson og hinum, og tað kundi skjótt verið, at brúk var fyri báðum.
Onkrir politikarar hava úttalað seg um støðuna. Fyrrverandi landsstyrismaðurin í uttanríkismálum hevur sagt, at føroyingar hava rætt at drepa grind og skulu halda fram við tí. Løgmaður, sum nú eisini umsitir uttanríkismál, hevur sagt, at fólk hava loyvi at verða ósamd og at mótmæla. Hóast mong kundu hugsa sær at fingið eina meira ítøkiliga fráboðan, so hevur politiski myndugleikin ikki sagt vanliga føroyinginum, hvussu vit skulu fara fram í summar. Halda vit fram at drepa grind, sum um eingi mótmælisfólk vóru til, ella skulu nøkur fyrivarni takast. Tað hevur uttan iva verið tutlað í krókunum millum grindafólk og onnur, men tað tykist rættiliga ógreitt, hvat føroyingar skulu gera komandi vikurnar.
Eitt skulu vit bara gera okkum greitt. Vit hava ongan kjans at vinna PR-kríggið við Watson og hansara líkar. Blóðugar myndir av grindadrápinum eru sera sterkar, møguligir samanbrestir við myndugleikar eru góðar søgur, og góðar søgur ferðast skjótt. Miðlarnir eru skjótari og sterkari enn nakrantíð áður, og leikluturin sum sosial netverk, YouTube og aðrar heimasíður hava spælt í kollveltingum seinasta árið, vísir bara, at tað er ógjørligt at stýra tíðindaflutningi. Tí kann grindastríðið í summar raka Føroyar sera meint – bæði tá ið vit tosa um umdømi og kanska eisini í utflutningi og øðrum samstørvum. Men tað er ikki líkt til, at landsstýrið sær álvaran í hesum máli, og kanska verður bara vónað, at tað spælir væl av, og at føroyingar ikki verða ov meint raktir. Tað er ikki serliga tryggjandi at vita sær.
(Sitat)
Grindastríðið í summar kann raka Føroyar sera meint