Nú er at ansa sær!

Føroysk ítróttafólk kunnu í franmtíðini vænta sær ófráboðaða vitjan av dopingserfrøðingum. Eini 15-20 royndir skulu takast árliga

Doping

Týsmorgunin varð so endaliga dopingavtaluna millum ÍSF og Anti Doping Danmark undirskrivað. Í samband við samstarvsavtaluna var formaðurin í Anti Doping Danmark, Bengt Saltin, komin upp til Føroya at greiða frá virkseminum hjá felagnum. Formaðurin væntaði, at avtalan fór at hjálpa føroyingum at koma ígongd við dopingkanningum og dopingfyribyrging.

Formaðurin í ÍSF, Heðin Mortensen, segði við Útvarpið, at hetta var ein stórur dagur fyri ítróttina, nú avtalan var komin undir land. Hann legði eisini dent á, at samstarvsavtalan er liður í eini menning, sum skal tryggja føroyingum neyðuga førleikan til sjálvir at standa fyri kanningunum í framtíðini.

15-20 royndir um árið
Ætlanin er, at fólk úr Danmark skulu koma til Føroya tvær til tríggjar ferðir árliga at taka royndir av føroyskum ítróttafólkum. Talan er um roynd fólk, ið hava serkunnleika á dopingøkinum.

Føroyingar kunnu vænta sær, at eini 15-20 royndir verða tiknar um árið. Serfrøðingarnir hava rætt til bæði at koma til venjingarnar og tá ítróttafólkið dystast. Verður persónur tikin og noktar at luttaka í dopingroyndini, verður dopingroyndin tulkað sum positiv.

Viðurskiftini millum tann innkallaða og dopingfólkini fara fram í fullum trúnaði. Báðir partar skulu undirskriva avtalu um tagnarskyldu, so personliga trygdin verður varðveitt Tann innkallaði verður ikki viðgjørdur eftir navni, men fær eitt journalnummar.

Eftir dopingroyndina verða úrslitini send til Noregs, har tey á kanningarstøð verða viðgjørd. Tá úrslitið av royndunum fyriliggur, fær ein eftirlitsnevnd í Føroyum tey. Eftirlitsnevndin útgreinar so úrslitini og avgerð, um víðari skal farast við málinum. Er eitt brot framt, verður dopingnevndini boða frá.

Dopingnevndin tekur so støðu til, hvussu dómurin ljóða. Kennir ítróttafólkið seg ikki rættvíst viðfarið, kann dómurin kærast til ein ítróttadómstól.

Eftirlitsnevndin, dopingnevndin og ítróttadómstólin hevur stjórnin hjá ÍSF mannað. Eftirlitsnevndin telur seks limir, og er mannað av læknum og farmaceutum. Dopingnevndina hevur ÍSF mannað við juristum og læknum.Fólkini, ið eru sett í Ítróttadómstólin, hava øll løgfrøðisliga bakgrund.

Vilja ikki spæla politi
Heðin Mortensen, formaður í ÍSF, sigur, at ÍSF við nýggju samstarvsavtaluni ongar ætlanir hevur um at spæla politi hjá ítróttafólkunum. Hann vísir á, at endamálið er at kunna um vandan av doping og at tryggja, at fyribyrginginarbeiðið verður so væl úr hondum greitt sum gjørligt.? Vit ætla okkum at umseta faldarar um doping og tann vegin koma inn á skúlarnar, sigur Heðin Mortensen. Ítróttafeløgini kunnu eisini vænta sær vitjan, tí stendur tað upp til Heðin Mortensen, so skulu ungdómsvenjarar kring landið kunnast um dopingvandan. Heðin Mortensen vónar, at man fangar varhugan hjá børnunum við doping á ungum aldri, og at skúlarnir og ítróttafeløgini fara at gera sítt til við kunningararbeiðinum.