Nú er arbeiðsloysið í Føroyum um at vera metlágt

 Í november í fjør var arbeiðsloysið í Føroyum, 1,3 Prosent. Hóast fólkatalið er nógv vaksið hesi árini, er arbeiðsloysið sostatt líka lágt nú, sum tað var í juni í 2008, tá ið tað annars var tað lægsta, tað nakrantíð hevur verið.

 

Hatta merkir, at arbeiðsloysið heldur fram at minka, soleiðis sum tað er minkað nú í fleiri ár á rað, og Hagstovan sigur í eini uppgerð, at fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið 2,2 prosent.

 

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 368 persónar í november, tað eru 247 færri enn sama mánað í fjør. Hagstovan sigur, at størsta broytingin í arbeiðsloysinum er í Suðuroy, har tað nú er 2,2 prosent, men fyri einum ári síðani var tað 4,7 prosent sama mánað í fjør.

 

So hóast arbeiðsloysið í Suðuroy enn er tað hægsta í øllum landinum, er tað  minkað meiri enn eina helvt hetta seinasta árið.

 

Annars er arbeiðsloysið minkað allastaðni, men nú er munurin ímillum arbeiðsloysið í Suðuroy, og restina av landinum, ikki so stórur, sum hann hevur verið, tí tað er ikki so langt síðani, at arbeiðsloysið í Suðuroy var tríggjar ferð so høgt, sum summa aðrastaðni í landinum.

 

Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy og í Vágum, har tað er ímillum 0,6 – 0,9 prosent. So er eitt lítið glopp upp til Sandoynna og Suðurstreymoy, har arbeiðsloysið er 1,3 - 1,4 prosent, og í Suðuroy er tað so 2,2 prosent, sigur Hagstovan.