Nú er arbeiðsloysið bara 1,5 prosent

Arbeiðsloysið í Suðuroy er farið niður í helvt, men er framvegis væl størri enn aðrastaðni

Í september mánaða í ár var arbeiðsloysið í 1,5 prosent, og tað er 0,1 prosent minni enn í agust, og 2,5 prosent minni enn fyri einum ári síðani. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

 

Tey, sum eru tald við, eru tey, sum eru uppskrivað hjá ALS fyri at vera arbeiðsleys, og tey, sum eru skrásett hjá og Almannaverkinum. Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, sama hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys.

 

Í tali var arbeiðsloysið 414 persónar í september í ár. Tað eru 298 færri enn sama mánað í fjør. Munurin ímillum kynini er minkaður nakað, har arbeiðsloysið hjá monnum nú er 1,3 prosent og hjá kvinnum er tað 1,7 prosent. Tá ið arbeiðsloysið var minst, vóru 357 fólk arbeiðsleys, tað var í juli í 2008. Men so vaks arbeiðsloysið upp í 1.982 fólk í 2011, men síðani er tað alsamt minkað aftur.

 

Seinastu tíðina hevur arbeiðsloysið í Suðuroy verið nógv størri enn aðrastaðni í landinum. Nú er arbeiðsloysið í Suðuroy 2,8 prosent og sostatt er tað minkað niður í helvt – men tað er framvegis væl hægri enn tað er í landinum annars.