Síðan 1980 hevur verið arbeitt við at fáa vatnveitingina í Sørvági fullkomna, so borgararnir í bygdini sleppa undan at spara vatn í maimánaði, tá vatnverkið í Húsadali onkuntíð ikki megnar at lata nóg mikið av vatni til borgararnar í Sørvági.
- Tað plagar at vera í maimánaði, at turkur er, og tá kom ofta fyri, at vit máttu spara vatn, greiðir Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu frá.
Nú er hetta søga, tí í gjár var arbeiðið við at leiða vatn úr Vatninum, sum tey har vesturi vanliga rópa Sørvágs/Leitisvatn.
Borgarstjórin fegnast, at tey nú eru trygg við vatni, og vónar at Vatnið verður verandi í tílíkum standi, at tað kann nýtast sum drekkivatn.