Havrannsóknarskipið Magnus Heinason kom herfyri aftur av túri, har manningin hevur gjørt váryvirlitstrolingar á Føroyabanka. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, var toktleiðari á túrinum, og hann sigur - ikki óvæntað - at tað er ógvuliga nógv av smáari hýsu á bankanum.
- Í fjør var nógv smáhýsa, og eg haldi, nøgdin í ár er enn størri, sigur hann.
Men, tað er ikki bara smá hýsa á Føroyabanka. Her eru ymiskir árgangir av hýsu, og her er eisini nakað av heilt stórari hýsu. Petur Steingrund metir, at størsta nøgdin er av 2-3 ára gamlari hýsu, eins og her er hýsa, sum kanska er eini 10 ára gomul og er einar 60-80 sentimetrar stór.
Fiskifrøðingurin vísir á, at fiskurin á Føroyabanka sum heild er væl fyri, og tað hugaliga er, at nebbasild er um allan bankan, sum hann tekur til.
- At vit aftur hava nógva nebbasild víða um á landgrunninum er ógvuliga hugaligt, nú fleiri fiskastovnar annars hava verið so illa fyri í fleiri ár, leggur Petur Steingrund aftrat.
Tað er ikki minst toskurin, sum spenningur hevur verið um millum fiski-og útróðrarmenn.
- Men, vit fingu ikki nógv av toski, og eftir okkara royndum og tølum at døma, er toskurin á bankanum framvegis á einum lutfalsliga lágum støði.
Og tó.
- Eitt, sum vit løgdu til merkis í yvirlitstrolingunum hesaferð er, at nú er smáfiskur aftur á bankanum, og hetta haldi eg er eitt positivt tekin, tó at eingin við vissu kann siga, hvussu langt hesin smáfiskurin kemur, sigur fiskifrøðingurin.
Sum mongum kunnugt, veksur toskur ógvuliga skjótt á Føroyabanka, tá umstøðurnar annars eru til vildar.
- Smáfiskur, sum er um 2-3 ára gamal, liggur um einar 50 sentimetrar og toskur, sum er eini 3-4 ára gamal, liggur um 70-80 sentimetrar.
Petur Steingrund vísir á, at onnur ár, tá alt var sum vanligt á Føroyabanka, fekst oftast bara stórur toskur á bankanum - og smáur fiskur sást næstan ikki.
- Nú hava vit so eisini nakað av smáfiski, sum alt annað líka átti at verið eitt gott tekin, heldur hann.
Fiskifrøðingurin endurtekur, at ógjørligt er at siga, hvussu langt smáfiskurin fer at røkka, tó at hann veksur skjótt.
- Í løtuni er nógv nebbasild, og náttúran er soleiðis við okkum á havleiðunum. Vit kunnu bara vóna, at náttúran verður við okkum í nøkur ár, soleiðis at smáfiskurin, sum er á Føroyabanka í dag, sleppur at liva, veksa og gýta, tá tann tíðin kemur
Petur Steingrund heldur avgjørt, at batar eru at hóma á bankanum - ikki minst við hýsuni, sum er í ógvuliga stórum tali og nøgdum, men eisini við toskinum, nú staðfest er, at her er aftur smáfiskur at síggja og væl meira, enn tað hevur verið í fleiri ár.










