Nú er aftur rok í FCK

Heine Fernandez hevur fingið stóra bót, tí hann alment hevur havt at venjaranum fyri at taka Toda framum seg, tá FCK spældi Europa Cup í Róm

 

Superliga


Vánalig umrøða er betur enn eingin umrøða. Soleiðis verður onkuntíð tikið til. Men hetta er neyvan nakað, sum teir í leiðsluni í felagnum hjá Toda Jónsson, FCK, vilja skriva undir upp á í løtuni.

Sunnudagin leyp ein ordulig skriða í sambandi við felagið, og mánadagin varð við tíggju tumma seymi staðfest, at tað eru ikki fleiri skiparar í FCK, og at tað í hvussu so er ikki eru spælararnir, sum hava avgerðarrættin og harvið gera av eitt nú, hvussu liðið skal síggja út, og hvat skal sigast um innanhýsis viðurskiftini.


Todi óbeinleiðis uppií

Tað var liðfelagin og ein av kappingarneytunum hjá Toda Jónsson, sum er orsøk til rokið, ið hevur verið seinastu dagarnar. Heine Fernandez var stóra sigurshetjan, tá FCK á heimavølli hevði vunnið 2?1 á Lazio. Tá liðini hittust í Róm, var Fernandez á beinkinum, tí venjarin heldur vildi hava Toda Jónsson í álopinum.

Sjálvandi var Fernandez vónbrotin. Tað eiga allir fótbóltsspælarar at vera, tá teir verða vrakaðir. Men tað man hava kókað yvir hjá Heine Fernandez, tí í Jyllandspostinum sunnudagin kundi hann ikki halda sær. Hann hevði harðliga at venjaranum fyri at hava broytt liðið, og tað vil siga, at hann óbeinleiðis kritiseraði Kent Karlsson fyri at hava tikið Toda Jónsson inn á liðið og fyri at hava sett Fernandez á beinkin. Hann kritiseraði venjaran fyri at vera veikan og einki framrættaðan, og hann setti FCK leiðsluna ? og tað vil siga Niels Christian Holmstrøm og Flemming Østergaard ? dyggiliga upp á pláss, tí teir høvdu valt ein veikan venjara at taka yvir eftir Roy Hodgson, sum sambært Fernandez var av heilt øðrum tilfari enn nýggi venjarin.

Eingin spælari í FCK hevur viljað havt nakrar viðmerkingar til gorið og gallið frá álopsmanninum. Onkur hevur ásannað, at Kent Karlsson hevur øðrvísi og meiri róliga framferð enn Roy Hodgson hevði, men tað verður ikki mett at vera nøkur vánalig dygd.

Todi Jónsson sigur einki um tað, at liðfelagin heldur tað vera við síðuna av, at venjarin í Róm valdi Toda framum. Men á heimasíðuni hjá sær ? todi.fo ? greiðir Todi frá avleiðingunum, sum tað hevði fyri seg, at Fernandez ikki var við í Silkeborg sunnudagin:

? Eg var ikki heilt væl fyri í lærinum, men eg noyddist at spæla frá byrjan, tí hvørki Zuma ella Fernandez vóru við í Silkeborg, sigur Todi. Hann leggur afturat, at hann framvegis kennir lærskaðan plága, tá hann í skundi skal seta fulla ferð á. Todi gleðir seg um, at tað nú er steðgur í tvær vikur:

? At landsdystir eru á skránni í vikuskiftinum og mitt í komandi viku ger, at tað verður møguleiki fyri at koma seg heilt, áðrenn tað annað vikuskifti aftur verður farið undir landskappingina, sigur Todi Jónsson.

Um orsøkina til, at Fernandez ikki var við í Silkeborg, søgdu teir í FCK, at tað var tí, at hann leygardagin var vorðin skaddur. Men ta ljóðaði ikki so sannførandi.


Raka pengapungin

At Heine Fernandez hevur verið so opinskáraður um leiðsluna í felagnum, hevur hann fingið boð um fer at raka pengapungin hjá honum, og í donsku fjølmiðlunum verður tosað um, at tað kann væl vera, at tað fyri Fernandez sjálvan hevur verið ein so mikið stór dáragerð at seta niður á leiðsluna, at hann fer at verða seldur til okkurt annað felag.

? Heine er ikki ovastur í hierakinum í FCK, og vit fara at geva honum eina stóra peningabót fyri tað, sum hann hevur sagt. Soleiðis segði Niels Christian Holmstrøm mánadagin, men hann vildi ikki siga meiri um, hvussu stór bótin verður, uttan at hon verður so mikið stór, at tað fer at kennast á útgjaldinum.

Tá tað verður tosað um, at tað er møguleiki fyri, at Fernandez skal seljast, so er tað við gongdini í huganum, tá ein FCK maður seinast var so opinskáraður. Talan var tá um David Nielsen, sum alment hevði at felagnum og leiðsluni. Tað hevði við sær, at hann misti plássið á besta liðnum og seinni varð seldur. Tá varð sagt, at tað var ikki í tráð við endamálið hjá felagnum at hava sovornar spælarar í FCK.

Víst verður á møguleikan, at Fernandez fer at verða seldur til Silkeborg, har hann áður hevur gjørt nógv um seg. Silkeborg hevur fyri neyðini at fáa ein vandamiklan álopsspælara, FCK hevur fyri neyðini at sleppa av við ein óskikkiligan spælara, og so átti tað at verið lætt at funnið saman, verður mett í Danmark.

Kent Karlsson, FCK venjarin, hevur ikki havt so nógvar viðmerkingar til álopið frá Fernandez:

? Tað sær út, sum um tað er neyðugt hjá mær at tosa við Heine. Tað fari eg at gera í vikuni, men tað verður ikki gjørt ígjøgnum pressuna, sigur venjarin.

Fernandez veit ivaleyst, at hann er lopin framav, og hann man longu frammanundan hava vitað, at hetta fór at kosta honum nógv. Men hann tykist ikki hava lagt so nógv í tað:

? Eg eri argur, og eg vildi hava alment fram, at eg ikki haldi, at alt í felagnum er, sum tað eigur at vera, um FCK framvegis droymir um at verða eitt stórt og framtíðar rættað felag.

Vit mugu bara staðfesta, at tað er ikki lukkuligt, sum tað tykist níva fast, at hetjan úr Parkini ikki slapp framat beinanvegin í Róm.