Tað var ikki ein góð byrjan, sum fyrrverandi HB-venjarin, Jens Berthel Askou, fekk í AC Horsens, tá ið hann og AC Horsens í gjár taptu 3-0 ímóti Randers FC.
Nú hava kappingarneytarnir í botnstríðnum so eisini gjørt sítt til, at byrjanin upp á árið 2021 er vorðin nærum til eina marrubyrjan hjá AC Horsens.
Vejle fekk í gjár 0-0 og eitt stig ímóti AGF, og í kvøld fekk argasti kappingarneytin hjá AC Horsens, Lyngby, trý kærkomin stig í 1-0-sigri á OB.
Úrslitini hava við sær, at AC Horsens nú er á aftasta plássi í Superliguni. Tey bæðini liðini, sum enda niðast í niðurflytingarspælinum, flyta niður í næstbestu deildina.
Kappingarskráin er trupul hjá AC Horsens komandi tíðina. Sunnudagin kemur stórfelagið FCK á vitjan í Horsens, og eftir tað skulu teir á vitjan hjá meistaraliðnum, FC Midtjylland.











