Annan dag á rað minkar munurin millum teir reyðu og teir bláu flokkarnar í Danmark. Ein kanning, sum Epinion hevur kunngjørt í dag, vísir, at hevði fólkatingsvalið verið í dag, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 92 tinglimir og stjórnarflokkarnir og teirra stuðlar 83. Munurin er ein tinglim minni enn í gjár. Atkvøðubýtið hevði verið 51,8 ímóti 48,2.
Í dagsins kanning missa Sosialdemokratarnir 0,8 prosent. SF minkar eisini, men Tey Radikalu og Eindarlistin fara fram. Hinumegin fáa Vinstri 0,6 prosentstig og Tey Konservativu 0,5 prosentstig afturat, meðan Danski Fólkaflokkurin missir eitt sindur.
Kanningin hjá Epinion vísir eisini, at tað stendur at kalla á jøvnum, tá danir verða spurdir, hvønn teir vilja hava til forsætisráðharra. 38 prosent siga Helle Thorning-Schmidt og 37 prosent Lars Løkke Rasmussen.